placeholder
Fótbóltur

Ronaldo er plágaður av Messi

Fyrrverandi viðleikari sigur, at Messi er orsøkin til at Ronaldo skiftir til Juventus.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-13 17:09 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heimsins besti fótbóltsleikari, Cristiano Ronaldo, er júst skiftur frá Real Madrid til Juventus. Orsøkin til skiftið er Lionel Messi, sigur fyrrverandi viðleikari hjá Cristiano Ronaldo.

Fyrrverandi Manchester Unietd leikarin Ryan Giggs heldur, at orsøkin til skiftið er at Cristiano Ronaldo er plágaður av tankanum um at hann skal verða betri enn Lionel Messi.

Ryan Giggs er bilsin yvir at Cristiano Ronaldo skiftir Real Madrdi út við Juventus, men sigur, at orsøkin er at Ronaldo vil prógva, at hann er heimsins besti fótbóltsleikari.

- Eg gjørdi tað í Onglandi, eg gjørdi tað í Spania, eg fari at gera tað í Italia, og eg havi gjørt tað við Portugal”. Møguliga hetta fer at verða hansara grundgeving, tá hann hugsar um hann er betri enn Messi, sigur Ryan Giggs.

33 ára gamli Cristiano Ronaldo hevur skrivað undir 4 ára sáttmála við Juventus.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder