placeholder
Fótbóltur

Ronaldo fær leikbann í ein dyst

Ronaldo verður ikki við, tá Juventus skal hitta Young Boys 2. oktober.

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2018-09-27 15:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tá Christiano Ronaldo spældi sín fyrsta Champions League dyst fyri Juventus 19. september, varð hann vístur av vøllinum eftir bert hálvan tíma.

Hendingin fór fram í brotsteiginum hjá Valencia, tá verjuleikarin Jeison Murillo datt eftir ein nærdyst við Ronaldo. Síðani leggur Ronaldo einu hondina tætt við andlitið á Murillo, og dómarin gevur Ronaldo reytt kort.

Ronaldo, ið ongantíð hevði fingið reytt kort í Champions League áður, fór grátandi av vøllinum.

Sambært BBC er tað nú greitt, at revsingin hjá Ronaldo verður leikbann í ein dyst. Sostatt verður Ronaldo ikki við, tá Juventus spælir móti Young Boys 2. oktober.

Ronaldo kann tó vera við aftur, tá teir skulu spæla móti gamla liði hansara, Manchester United í Onglandi 23. oktober.

Les eisini: Ronaldo grátandi av vøllinum eftir reytt kort

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder