
Cristiano Ronaldo bleiv vístur av vølli eftir bara hálvan tíma í fyrsta Champions League-dystinum fyri Juventus.
Hendingin fór fram í brotsteiginum hjá Valencia, tá verjuleikarin Jeison Murillo datt eftir ein nærdyst við Ronaldo. Síðani leggur Ronaldo hondina á høvdið á Murillo.
Tað er nokkso ógreitt hvat er hent, men í øllum førum var mállinjudómarin sera avgjørdur. Reytt kort.
Hetta er fyrstu ferð, at Cristiano Ronaldo hevur fingið reytt kort í Champions League, og tað tók hann ógvuliga tungt, og fór grátandi av vøllinum.
Juventus vann tó dystin 2-0.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Úrslit frá í kvøld
Bólkur E
Ajax - AEK Athens (3-0)
Benfica - Bayern Munchen (0-2)
Bólkur F
Shaktar Donetsk - Hoffenheim (2-2)
Manchester City - Lyon (1-2)
Bólkur G
Real Madrid - Roma (3-0)
Viktoria Plzen - CSKA Moscow (2-2)
Bólkur H
Valencia - Juventus (0-2)
Young Boys - Manchester United (0-3)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald