Fótbóltur

Video: Víkingar í øðini um gult kort

Hatta er eitt klokkureint reytt kort, vildi frásøgumaðurin vera við. Síggj hæddarpunktini frá KÍ-Víkingur.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-09-16 20:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Víkingarnar vóru í øðini í 76. minutti í dystinum millum KÍ og Víking í gjár, tá Deni Pavlovic slapp avstað við einum gulum korti. Teir ljósablaú vildu vera við, at reytt kort skuldi gevast.

Dani Pavlovic stegðaði Jørgen Nielsen tá hann rann seg leysan móti málinum.

- Alex Troleis hevur betri forstand uppá dómaralógina enn nakar av okkum, men í mínum høvdi - uttan um dómaralógina - er hatta eitt klokkureint reytt kort. Man steðgar einum manni sum er púra leysur móti málinum, segði frásøgumaðurin hjá Televarpinum, Tróndur Arge.

- Hatta kanna aldrin vera nakað annað enn reytt kort, annars hevur fótbóltur ein kempi trupulleika, segði Tróndur Arge í frásøgnini.

Hvussu er og ikki, so bleiv tað gult kort. Eingi mál komu í dystinum, sum endaði 0-0.

Síggj hæddarpunktini frá dystinum sum Televarpið vísti í gjár omanfyri.

--

Betri deildin 22. umfar
15. september 2025
KÍ - Víkingur 0-0

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder