
Um vikuskifti kappaðist Jórun Mai Smith í EJU Get Together Tournament í Gdańsk í Póllandi.
Tað var evropiska judosambandið, sum skipaði fyri. Øll sum hava rørslutarn, menningartarn ella eru blind/sjónveik, kundu luttaka.
Talan var um eina søguliga luttøku, tí sum Parasport Føroyar skrivar, so var tað fyrstu ferð, at ein føroyingur hevur kappast í altjóða kapping í tillagaðum judo.
Jórun Mai Smith hevur downsyndrom og venur til dagliga í Havnar Judofelag, skrivar Kringvarpið.
Har hevur hon vant seinastu árini, og tað hevur givið úrslit. Jórun Mai stóð seg í øllum førum væl í Póllandi.
Føroyski íðkarin vann tveir av sínum dystum og endaði við bronsheiðursmerki.
Við sær sum venjara, hevði Jórun Mai Smith Sannu Nolsøe Djurhuus.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald