
Í summar skifti Tróndur Mikkelsen norskan hondbólt út við svenskan hondbólt, tá hann gjørdi tvey-ára sáttmála við HF Karlskrona.
Sí eisini: - Leikluturin í Svøriki fer at hóska betri til mín
Higartil hevur hetta eyndast væl. Tróndur Mikkelsen hevur verið við at spælt Karlskrona til fjórðingsfinalurnar í steypakappingini - millum annað við átta málum samanlagt í áttandapartsfinalunum. Fjórðingsfinalurnar vera um mánaðarskifti oktober-november, og har verður føroyingauppgerð: Karlskrona (Tróndur Mikkelsen) - Sävehof (Ísak Vedelsbøl)
Karlskrona og Sävehof hava eisini spælt seg til bólkaspælið í European League, sum er næststerkasta evropeiska kappingin. Hetta gjørdu tey við sigrum á ávikavist pólska KGHM Chrobry Glogow og svenska Malmö.
At Karlskrona á fyrsta sinni er víðari í kappingini, er í stóran mun Tróndi Mikkelsen at takkað. 25-ára gamli føroyingurin spældi væl í útidystinum og framúr væl í heimadystinum. Har varð Tróndur greiður toppskjútti við 11 málum í 37-35, og varð hann valdur til dagsins spælara.
Tróndur í verjustøðu í heimasigrinum á Eskilstuna Guif í gjár (Mynd: HF Karlskrona)
Karlskrona kjósaði eisini føroyingin sum dagsins mann í sigrinum á Eskilstuna Guif í gjár. Hetta var í 1. umfari í svensku landskappingini.
Karlskrona vann 30-26, og Tróndur skeyt seks mál - millum annað fýra av teimum fyrstu níggju. Bakspælarin vísti styrki og snildni í sínum skotum, sum komu eftir gjøgnumbrot í nøkrum førum og sum skot uttanfyri "tríggjar-meturin" nakrar ferðir.
Harvið sigrar í landskapping, steypakapping og í Evropa og týðandi hjá Tróndi Mikkelsen at fáa eina góða gongd - eisini nú EM nærkast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald