Annað

Føroyskir seyðahundar í EM-kapping

Føroyska seyðahundalandsliðið, ið telur trý fólk og fimm hundar, kappast í EM í Kekkia í hesum døgum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-09-18 10:03 Author image
Innsent
placeholder

Føroyska seyðahundalandsliðið er í hesum døgum statt í Kekkia, har tey luttaka í EM-kapping fyri seyðahundar, eini av størstu kappingunum innan seyðahundar.

Føroyska liðið er mannað við royndum og evnaríkum førarum og hundum.

 Hetta er skráin fyri føroysku luttakararnar:

  • Í dag kappast Tummas Jacobsen við tíkini Linn
  • Í morgin Jónstein Petersen við hundinum Gripur
  • Leygardagin Tummas Jacobsen við hundinum Moss
    og Anna Sofía Fjallheim við tíkini Midge

Kappingin fer fram á  vøkrum krevjandi landslagi, og luttakararnir skulu vísa framúr samstarv og tamarhald á hundunum fyri at fáa nógv stig.

[object Object]
Jónstein Petersen og Gripur skulu í kapping í morgin (Mynd av Facebook)

Soleiðis gongur ein seyðahundakapping fyri seg – stig fyri stig

  1. Outrun – Hundurin verður sendur út

Kappingin byrjar við, at førarin sendir hundin út í ein stóran boga (450 metrar) fyri at nærkast seyðinum, sum stendur langt burtur. Hundurin má ikki renna beint fram, men skal gera ein rundan boga, so seyðurin ikki verður bangin og flytur seg áðrenn hundurin er komin afturum. Hetta krevur gott tamarhald og skil hjá hundinum.

  1. Lift – Fyrsta kontakt hundurin hevur við seyðin

Tá hundurin er komin nær seyðinum, skal hann fáa seyðin at flyta seg róligt og støðugt. Hetta kallast "lift", og tað er týdningarmikið, at seyðurin ikki verður stressaður.

  1. Fetch – Seyðurin verður førdur til føraran

Hundurin skal nú føra seyðin beint til føraran, gjøgnum eitt portur,  uttan at seyðurin fer av leið. Hetta er ein av mest kritisku pørtunum, tí tað vísir, hvussu væl hundurin arbeiðir sjálvstøðugt og við tamarhaldi.

  1. Drive – er at reka frá

Tá seyðurin er komin til føraran, skal hann førast gjøgnum fleiri portur á bønum. Hundurin arbeiðir nú meira í samspæli við føraran, og hetta krevur neyvt samskifti og góða stýring.

  1. Shed – Deila seyðir

Í hesum partinum skal hundurin skilja ávísar seyðir frá restini – t.d. tveir seyðir sum ikki hava nakað frámerki. Hetta krevur nærlagni og gott tamarhald, tí seyðurin má heldur ikki renna burtur.

  1. Pen – Seyðurin í rættina

Hundurin og førarin skulu nú fáa seyðin inn í eina rætt. Hetta er ein  av krevjandi pørtunum, tí seyðurin vil ofta ikki fara inn, og tað krevur gott samstarv og róligt arbeiði.

  1. Single 

Tá skal hundurin taka ein av tveimum sum hava eitt frámerki og halda seyðinum frá hinum inntil dómarin er nøgdur. 

Alt hettar skal gerast innan fyri 15 minuttir. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder