Fótbóltur

Ronaldo heldur ikki fram í Juventus

36-ára gamli áleyparin hevur takkað fyri seg í Italia og fór á flog fyri einum og einum hálvum tíma síðani. Sambært Sky Sports og øðrum hava samráðingar verið í gongd við Manchester City, men seinastu løtuna hava flytingarserfrøðingar sagt, at hann ikki fer til City, men meira sannlíkt til United.

Eitt flogfar við Ronaldo umborð fór úr Torino. Kósin varð helst sett móti Manchester, har samráðingar við eitt av fyrrverandi feløgum sínum helst av álvara fara í gongd skjótt (Mynd: EPA)

Eitt flogfar við Ronaldo umborð fór úr Torino. Kósin varð helst sett móti Manchester, har samráðingar við eitt av fyrrverandi feløgum sínum helst av álvara fara í gongd skjótt (Mynd: EPA)

2021-08-27 15:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lionel Messi skifti fyrr í mánaðinum felag. Hetta kom óvart á, men eftir tjúgu ár í Barcelona hevði katalanska stórfelag ikki longur ráð til lágvaksna gandakallin meira, og PSG sló til.

Messi hevur serliga kappast við Cristiano Ronaldo um heiðurin sum heimsins besti leikari í næstan 15 ár. Teir báðir hava ferð aftaná ferð verið sammettir, og kappaðust í níggju ár í La Liga. 

Í 2018 skifti Ronaldo úr Real Madrid til Juventus. Hann skuldi verða ein umráðandi brikkur í at náa evropeiska tindinum, men Juventus er ikki komið longur enn fjórðingsfinaluna í Champions League, og í síðsta kappingarári misti liðið úr Torino italsku trúnuna, ið liðið hevði havt 

Gitiningar hava verið alt summar, um Juventus ynskti at sleppa sær av við 36-ára gamla Ronaldo, og um portugisin sjálvir ynskti at sleppa burtur. Seinastu dagarnar hevur tað verið skrivað og gitt dúliga, tí Ronaldo byrjaði á bonkinum í fyrsta dystinum hjá Juventus í Serie A, sum var í vikuskiftinum.

Í vikuni hevur fyrrverandi Manchester United-leikarin verið settur í samband við Manchester City, og í gjár kunnaði hann leiðsluna í Juventus um, at hann ynskti at sleppa avstað. Hetta skrivaðu Sky Italia og fleiri aðrir altjóða miðlar - allir so at siga sendu hann til Manchester City. 

Í morgun kom Ronaldo til venjingarmiðstøðina hjá Juventus, tømdsi skápið, segði farvæl við leikararnar og fór avstað aftur áðrenn venjingin byrjaði. Hetta skrivar millum annað SkySports, ið eisini skrivar, at eitt flogfar við portugisiska liðformanninum umborð fór avstað 13.30.

Væntað varð beinanvegin, at kósin fór at verða sett móti Manchester, men málið hevur síðsta tíman tikið eina kúvending. Simon Stone frá BBC og Fabrizio Romano, ið vanliga eru sera álítandi, tá tað kemur til flytingarsøgur vóru teir fyrstu við søguni um, at Manchester City ikki longur er við í stríðnum um at fáa fatur á Ronaldo, hóast hann nú so at siga er tøkur. Ístaðin er tað "hitt Manchester-felagið", ið er favorittur at fáa fatur á honum, og Stone, Romano og aðrir skriva, at samráðingar eru í gongd við umboðsmannin Jorge Mendes og reyðu hálvuna í Manchester, og at Cristiano Ronaldo mest sannlíkt verður United-leikari skjótt.

Juventus krevur 25 milliónir evrir fyri 36-ára gamla áleyparan, hvørs stóri sáttmáli gongur út næsta summar. Um Manchester United fær eina avtala uppá pláss um og við leikaran, ið fór úr felagnum úr 2009, mugu næstu tímarnir ella dagarnir vísa

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder