Fótbóltur

Ronaldo hevur yvirhálað Messi

36-ára gamli Manchester United-leikarin er tann fótbóltsleikarin, sum í 2021-2022 fer at fáa flest pening útgoldnan, sambært Forbes. Samlaða upphæddin, áðrenn skatt, er 800 milliónir krónurí løn og stuðuls - og lýsingarinntøkum..

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-09-23 20:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er eingin ivi um, hvør er í topp- trý. Tað eru umleið 330 milliónir millum Neymar á 3. plássinum og PSG-liðfelagan, Mbappé, á 4 plássi. Lionel Messi hevur seinastu árini forvunnið mest, men sambært Forbes verður hann nú yvirhálaður av æviga kappingarneytanum Cristiano Ronaldo, ið fyri kortum er

Upphæddin er samanlagda talið av løn og stuðuls - og lýsingarinntøkum hjá leikaranum, og hóast hetta er áðrenn skatt, so er talan um upphæddir, ið næstan ikki eru til at fata.

Listin hjá Forbes yvir teir tíggju fótbóltsleikararnar í heiminum, sum í hesum kappingarárinum fara at forvinna mest pening:

1. Cristiano Ronaldo (Manchester United, Portugal): 792 milliónir krónur

2. Lionel Messi (PSG, Argentina): 
697 milliónir krónur

3. Neymar (PSG, Brasil): 602 milliónir krónur

4. Kylian Mbappé (PSG, Frakland): 273 milliónir krónur

5. Mohammed Salah (Liverpool, Egyptaland): 260 milliónir krónur

6. Robert Lewandowski (Bayern Munchen, Pólland): 222 milliónir krónur

7. Andres Iniesta (Vissel Kobe, Spania)

8. Paul Pogba (Manchester United, Frakland): 216 milliónir krónur

9. Gareth Bale (Real Madrid, Wales): 203 milliónir krónur 

10. Eden Hazard (Real Madrid, Wales): 184 milliónir krónur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder