Annað

Ronaldo mest skorandi evropeiski leikarin í landsliðshøpi nakrantíð

Cristiano Ronaldo setti í dag enn eitt met.

1-0 málið hjá Ronaldo ímóti Marokko gjørdist søguligt

1-0 málið hjá Ronaldo ímóti Marokko gjørdist søguligt

2018-06-20 19:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

33-ára gamli Cristiano Ronaldo vísir eingin tekin um at slakka av. Real Madrid-stjørnan byrjaði HM við einum brakið, tá hann skroaði hattrikk ímóti Spania í 3-3 javnleikinum fríggjakvøldið. Framúr útjavnandi frísparksmálið ímóti endanum gjørdi hann til elsta leikarin í HM-søguni, ið hevur skorað eitt hattrick.

Í dag var Ronaldo aftur á blettinum fyri sítt land, og hann setti enn einaferð eitt met. Liðformaðurin hjá Portugal gjørdist matchvinnari í 1-0 sigrinum á Marokko við frálíkum stútara tíðliga í dystinum.

Talan var landsliðsmál nummar 85 hjá Ronaldo, og harvið er hann tann evropeiski leikarin í søguni, ið hevur skotið flest mál á einum A-landsliðið í skrásettum dystum. Cristiano Ronaldo tók harvið 62-ára gamla metið hjá legendariska Ferenc Puskás, ið hann fekk javnað fríggjakvøldið. Puskás skoraði heili 84 mál í 85 dystum fyri Ungarn frá 1945 til 1956. Hann var størsta stjøran á frálíka liðnum hjá Ungarn fyrru hálvu av 1950-árunum, og eins og Ronaldo so umboðaði Ferenc Puskás Real Madrid á sínari yrkisleið.

Ronaldo hevur nýtt 152 landsdystir til at skora síni 85 mál. Nú fer hann helst at royna at fáa heimsmetið fyri mál á landsliðnum. Tað er tó nakað upp til tað.

Ali Daei úr Iran, er mest skorandi leikarin í altjóða fótbólti yvirhøvur. Hann skoraði 109 mál fyri Iran í árunum 1993 til 2006. Daei spældi millum annað fyri Bayern Munchen. 

Portugal hevur fýra stig fyri tveir dystir, og liggur væl fyri til at koma víðari. Øll fýra málini hjá Portugal eru skoraði av Cristiano Ronaldo.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder