Fótbóltur

Rosenørn helt Klæminti og hinum frá at skora

Tað endaði 0-0 í ringa veðrinum í Keflavík, har Klæmint Olsen hevði ein ótrúliga stóran málmøguleika. Víkingur tapti uttan Gunnar Vatnhamar - KA vann uttan Pætur Petersen á vøllinum.

Danin vardi málið hjá KÍ í 2021 og 2022 - nú stríðist hann fyri at halda Keflavík uppi í bestu íslendsku deildini. Víkingur misti stig fyri fyrstu ferð í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Danin vardi málið hjá KÍ í 2021 og 2022 - nú stríðist hann fyri at halda Keflavík uppi í bestu íslendsku deildini. Víkingur misti stig fyri fyrstu ferð í ár (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-30 18:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øll trý føroyingafeløgini í Íslandi vóru í eldinum í gjárkvøldið, tá 10. umfar var á skránni, og tað var misjavnt, hvussu tað hilnaðist.

Av føroyingunum var tað bert Klæmint Andrasson Olsen, ið var á vøllinum. Hann spældi fullan dyst, tá Breiðablik vitjaði í illveðrinum í Keflavík. Útiliðið hevði fleiri góðar møguleikar, men Mathias Rosenørn hevði eisini nakrar stórbjargingar.

Fyrrverandi KÍ-málverjin fekk væl hondina á eitt skot í 79. minutti, bólturin varð síðani lagdur inn fyri málið, har Klæmint var komin uppá pláss. Rosenørn hevði ikki tíð at koma uppá pláss aftur - trupulleikin hjá rituvíkinginum var bara at bólturin sprakk nakað á váta grasinum, tí hann rakti hælin á málverjanum á vegnum. Klæmint Olsen rakti eisini bóltin illa, og hóast málið var tómt var tað nóg mikið til, at skotið fór uppum.

Visir lýsir tað sum kanska aldarinnar størsta brenda møguleika - í øllum førum tann størsta higartil í ár - og hevur videobrot av støðuni her

Tað endaði harvið 0-0 í Keflavík. Liðið við danska málverjanum stríðist í botninum - Breiðablik er á 3. plássi og fimm stig frá oddaliðnum Víkingi Reykjavík.

[object Object]
Klæmint Andrasson Olsen spældi allar 90 minuttirnar í Keflavík (Mynd: Sverri Egholm)

Gunnar ikki við - Pætur kom ikki á vøllin

Oddaliðið úr høvuðsstaðnum hevði undan umfarinum fult stigatal, men í gjár gekk ikki meira. Valur bjóðar, eins og Breiðablik, Víkingi av, og við 3-2 sigrinum í gjárkvøldið er munurin nú fimm stig. 

Gunnar Vatnhamar hevur staðið sterkur í myndini, síðani hann flutti til Reykjavíkar, men leirvíkingur er nú darvaður av skaða og spældi als ikki í gjár. Hetta hevði helst sína ávirkan á verjupartin hjá Víkingi.

[object Object]
Gunnar Vatnhamar var ikki førur fyri at spæla í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

KA Akureyri vann 4-2 í heimadystinum á Fram og vann seg upp á 5. pláss. Pætur Petersen sat á bonkinum allar 90 minuttir.

Støðan eftir 10. umfar í Bestu deild karla:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder