Landsliðssteðgur hevur júst verið, og nústaðni kann fimti og seinasti dystur í triðja umfari spælast.
Talan er um uppgerð, sum er útsett tvær ferðir vegna veður. Dysturin verður í Sarpugerði í kvøld klokkan 19.
Har vitjar HB, sum við sigri kann leggja seg á odda í Betrideildini.
Liðið hjá André Olsen er tað einasta, sum framvegis hevur fult stigatal. Í fjør vann HB allar dystirnar móti Víkingi.
Liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen hevur ikki skorað enn í kappingini. Dystirnir higartil hava verið móti NSÍ og B36, og úrttøkan hevur verið eitt stig.
![]()
FM1 sigur frá dystinum. Pætur Nolsøe situr klárur beint fyri klokkan 19. Gert Hansen verður viðmerkjari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald