Í nógv ár í hesari øldini jagstraði Real Madrid "La Decima". Tað tíggjunda Champions League/Evropa Cup fyri meistaralið kom í hús í 2014, og tíggju ár seinni hevur felagið vunnið kappingina samanlagt 15 ferðir.
Real Madrid vann sum væntað í finaluni á Wembley í kvøld. Borussia Dortmund avrikaði tó betri í fyrra hálvleiki og hevði fleiri vandamiklar støður. Týska liðið burdi verið á odda í steðginum men tók tó ikki av, og so gjørdi Real Madrid tað, sum felagið megnar so væl: At avgerða finalur.
Dani Carvajal hevði verið nær við eftir horna úr vinstru frá Toni Kroos rímiliga tíðliga í 2. hálvleiki, og í 74. minutti royndu teir royndu spælararnir uppskriftina aftur. Týskarin skeyt væl innfyri, høgri bakkurin søkti ímóti fremsta økið og stýrdi bóltinum flott í málið við høvdinum. Hetta var sætta finalan hjá Carvajal, og við hesum málinum stýrdi spaniólin felagnum móti sætta heitinum uppá ellivu ár.
Lágvaksni høgri bakkurin gjørdi bart - Carvajal var sera vandamikil í samband við hornaspørk (Mynd: EPA)
Bert annað málið hjá nummar tvey hjá Real Madrid í Champions League nakrantíð - her fegnast Dani Carvajal saman við liðformanninum Nacho, ið nú gevst í felagnum (Mynd: EPA)
Carvajal hevði frammanundan bert eitt mál í 88 Champions League-dystum. Leiðslumálið hevði hingið í luftuni eina løtu, har eisini Jude Bellingham var nær við. Fyrrverandi Dortmund-miðvallarin fekk eitt upplegg í finaluni í heimlandi sínum, tá hann í 83. minutt fekk eina gávu frá Dortmnund-verjuni. Bellingham fann síðani Vinicius Junior í vinstru, og vandamikli vongurin gjørdi sum í finaluni móti Liverpool fyri tveimum árum síðani, tá brasilumaðurin avgjørdi: Skerpni, royndir, evni til at revsa og samanlagt tamarhald eyðkennir Real Madrid.
Vinicius Jr. kundi fegnast, meðan luftin fór úr ballónini hjá Dortmund (Mynd: EPA)
Teir flestu hjá Real Madrid hava fleiri Champions League-gull heiðursmerki, men hetta var tað fysta hjá Jude Bellingham, sum var kensluborin eftir síðsta bríksl (Mynd: EPA)
Ungi onglendingurin troystaði eisini onkrar av gomlu liðfeløgunum (Mynd: EPA)
So var eingin ivi um, hvar steypið fór. Spanska felagið staðfesti aftur, at man situr á stóru kappingini. Carlo Ancelotti hevur vunnið tað seks ferðir nú: Fýra ferðir sum venjari og tvær ferðir sum spælari (Trý við AC Milan og tríggjar ferðir við Real Madrid). Toni Kroos endaði sína felagsyrkisleið á toppinum, og Nacho endaði sína Real Madrid-tíð við at lyfta stóra steypið sum tann fyrsti.
Champions League-finalan 2024
Leygardagin 01.06 á Wembley
Real Madrid - Borussia Dortmund 2-0 (0-0)
74' Dani Carvajal (Toni Kroos) 1-0
83' Vinicius Junior (Jude Bellingham) 2-0
Zidane kom við steypinum, sum hann bæði vann sum spælari og venjari (Mynd: EPA)
Steypið kundi liðið hjá Carlo Ancelotti lyfta aftur (Mynd: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald