
28 ára gamli Bogi Reinert-Petersen fuglfirðingurin hevur skrivað undir við sundalagsmenn. Hann leikti í fjør við ÍF, sum flutti niður, men hevur annars seinastu árini eisini umboðað HB og Víking.
EB/Streymur kann fegnast um at hava fingið ein royndan spælara til felagið. Sambært Faroesoccer hevur Bogi Reinert-Petersen leikt 147 dystir í Betri deildini, 11 í kappingini um løgmanssteypið og fýra í Europa League. Umframt hetta hevur Bogi umboðað øll landsliðini hjá Føroyum.
Eyðstein Zachariasen, EB/Streymur og Bogi Reinert-Petersen (Mynd: EB/Streymur)
- Ársins jólagáva kom í hús, og vit í felagnum vóna, at hendan gávan verur til stóra gleði fyri okkara viðhaldsfólk komandi árið, sigur EB/Streymur.
Hetta er ikki einasti ÍF-arin sum hevur leitað sær norð í Sundalagið at sparka bólt. Í síðstu viku kunngjørdi EB/Streymur at Ólavur Niclasen, sum er uppvaksin í KÍ, men sum í fjør spældi við fuglfirðingum, hevur skrivað undir sáttmála við felagið.
Av øðrum leikarum sum EB/Streymur hevur gjørt sáttmála við er KÍ-málverjin Kristian Joensen og TB-liðskiparin Dánjal Godtfred.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald