Í løtuni bendir ikki nógv á, at tað fer at eydnast NSÍ at spæla seg víðari í Uefa Conference League.
Eftir frálíka úrslitið í Helsingfors, tá onki mál kom í dystinum móti FC Honka, er støðan eitt sindur svartari nú, hálvleikur er á Svangaskarði.
Finnar løgdu seg á dystin beinanvegin, sum hann varð bríkslaður í gongd, og longu eftir sjey minuttir eydnaðist tað teimum at leggja seg á odda.
Ein maður varð spældur fríur í vinstru síðu, og frá baklinjuni fekk hann lagt bóltin inn til áleyparan Jean Marie Dongou Tsafack, sum ótarnaður kundi seta bóltin í netið. Væl gjøgnumspælt mál.
Hóast aftanfyri, hevur NSÍ roynt at hála ferðina úr dystinum, fyri ístaðin at satsa upp á knapplig skjótálop. Ábyrgdin er løgd á Trónd Jensen at leggja sínar neyvu avleveringar fram eftir vøllinum.
Hóast runavíkingar hava verið nær við at fáa góðar støður í lag, so gjørdist tað ongantíð av álvara vandamikið framman fyri finska málið.
Hóast finnar tykjast nakað tryggari á bóltinum, so eru teir ikki so mikið góðir, at runavíkingar ikki enn hava møguleika at fáa mál burturúr.
Í øðrum hálvleiki skal NSÍ spæla oman eftir vøllinum, har herrópið hjá Guliganz-fjepparunum “Góðir – Góðir – Góðir” er heft á hegnið aftan fyri málið.
Kanska tað fer at hjálpa. Vónin livir enn..
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald