Fótbóltur

Rúni dømir steypafinaluna

46-ára gamli toftamaðurin skal fyri fyrstu ferð í ellivu ár passa floytuna og stýra einari finalu um Løgmanssteypið. Jógvan Breckmann og Emil Sørensen eru hjálpardómarar.

Rúni Gaardbo er ein av royndaru dómarunum í føroyskum fótbólti og skal hann leygarkvøldið stýra slagnum um Havnini, steypið og evropeisku milliónirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rúni Gaardbo er ein av royndaru dómarunum í føroyskum fótbólti og skal hann leygarkvøldið stýra slagnum um Havnini, steypið og evropeisku milliónirnar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-29 12:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður Rúni Gaardbo, ið skal døma finaluna um Løgmanssteypið millum B36 og HB á Tórsvøll leygardagin 2. november klokkan 19.

Hetta skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Rúni Gaardbo hevur høvuðsábyrgdina á vøllinum, meðan Jógvan Breckmann, Emil Sørensen verða hjálpardómarar.

Jóhan Hendrik Ellefsen verður 4. dómari. Dómaraeygleiðarin verður Petur Reinert.

At verða settur á eina steypafinalu er ein heiður hjá einum dómara. Rúni Gaardbo dømdi seinast mansfinaluna í 2013. 46 ára gamli toftamaðurin er ein av royndaru dómarunum.

Atgongumerki til finaluna um Løgmanssteypið 2024 fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder