Í hitanum á rennibreytini á Gibraltar hava Føroyar vunnið seg í tríggjar hálvfinalur. Fyrstur í eldin í morgun var Tórur Mortensen á 100 metrum. Hann rann seg í hálvfinaluna við tíðini 11.45.
Margit Weihe Fríðmundsdóttir og Elisabet Holm Simonsen vunnu seg í hálvfinaluna í 200 metrum við tíðini 26.40 og 26.96.
Hálvfinalurnar verða í morgin fyrrapartin.
Nógv hendir hjá føroysku íðkarunum í frælsum ítrótti í dag. Um eina løtu fara Maria Biskopstø og Rebekka Fuglø at royna seg í 800 metrum innleiðandi. Og løtu seinni fer Julian Gregersen at renna 1500 metrar í innleiðandi umfarinum.
Seinnapartin verður Teresa Fríðriksdóttir Bláhamr í finalu í longdarlopi, og Andreas Bjarnastein Antoft í longdarlopi. Rebekka Fuglø er eisini tilmeldað til 5.000 metrar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald