EM í hondbólti hjá kvinnum fór í kvøld í gongd í Fraklandi. Byrjanardysturin var í Nancy millum vertirnar og Russland.
Lagt var upp til ein javnan og spennandi dyst millum tveir av favorittunum í endaspælinum, og tað gjørdist talan eisini um. Tað komu ikki nógv mál fyrstu løtuna. Frakland megnaði at hanga í Russlandi í 1. hálvleiki, og tað var javnleikur í steðginum. Vertirnir byrjaðu betri í 2. hálvleiki, men skjótt tók Russland yvir, og hesaferð eydnaðist tað ikki hjá Fraklandi at fylgja við. Russland vann við trimum málum.
Tey 16 liðini eru deild upp í fýra bólkar, har trý lið koma víðari til millumspælið. Í morgin er hin dysturin í 1. umfarið í bólki B, og tveir dystir í bólki A verða eisini leiktir. Mest áhugaverdur er dysturin í annaðkvøld millum Danmark og Svøríki. Føroyar vóru í bólki við Svøríki í undankappingini.
Frakland - Russland 23-26 (11-11) - Bólkur B
Dystirnir í morgin:
17.00 Serbia – Pólland (Bólkur A)
20.00: Danmark – Svøríki (Bólkur A)
Montenegro – Slovenia (Bólkur B)
Hondbóltur
Russland basti vertslandinum og heimsmeistaranum í byrjunardystinum
Frakland og Russland leiktu ein tættan dyst, tá EM-endaspælið hjá kvinnum byrjaði í kvøld.
Mynd: Tv2
2018-11-29 21:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald