Russiska fótbóltslandsliðið og russisk fótbóltsfeløg verða framvegis útihýst úr altjóða fótbóltskappingum.
Altjóða ítróttardómstólurin, CAS avvísti í gjár eina kæru hjá aktørum í russiskum fótbólti, sum ikki hildu tað vera rættvíst, at bæði altjóða fótbóltssambandið, FIFA og evropeiska sambandið, UEFA, høvdu útihýst russisk lið í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina.
Ein av avleiðingunum av avgerðina var, at russiska manslandsliðið ikki slapp at spæla playoff-dystir um eitt pláss í HM-endaspælinum seinni í ár.
Ein dómsnevnd hjá CAS staðfesti, sambært Ritzau, at stríðið millum Russland og Ukraina og reaktiónin frá almenninginum og stjórnum kring heimin elvdi til serligar umstøður, sum FIFA og UEFA noyddust at reagera uppá.
CAS sigur seg harmast um, at kríggið fær avleiðingar fyri russiskan fótbólt, men at tað er enn meira umráðandi at tryggja, at altjóða fótbóltskappingar kunnu haldast á ein tryggan og rættan hátt.
Tað var russiska fótbóltssambandið, umframt feløgini CSKA Moskva, Dynamo Moskva, Zenit Sankt Petursburg, og PFC Sochi, sum høvdu kært málið til CAS, sum í mars eisini avvísti eina líknandi kæru.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald