Annað

Rynkurnar avstað í kvøld

Tey fara til Danmarkar at súkkla í eina viku, og fara at súkkla 1260 kilometrar.

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2021-07-08 22:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Øll í Team Rynkeby Føroyum fara í kvøld av landinum at súkkla. Borgarstjórin, Heðin Mortensen, helt eina røðu á Perlutorginum áðrenn fráferð, og ynskti teimum góða ferð.

Síðani 2014 hava súkklarar úr Føroyum verið við Team Rynkeby á longu súkkluferðini til París, men eins og í fjør órógvar korona hetta aftur í ár.

Í ár fara tey við Norrønu, og fara til Danmarkar at súkkla í eina viku. Samanlagt fara tey at súkkla 1260 kilometrar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder