Annað

Rynkurnar komnar til Danmarkar

Norrøna legði at í Hirtshals um middagsleitið í gjár, og lítla løtu seinni byrjaði súkklutúrurin.

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

(Mynd: Team Rynkeby Føroyar)

2023-07-09 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Team Rynkeby Føroyar er nú komið til Danmarkar.

Tað var um middagsleitið í gjár, at liðið kom til Hirtshals við Norrønu, og lítla løtu seinni byrjaði súkklutúrurin.

Dagsins súkklutúrur var 74 km langur í bakandi sólskini og endaði í Aalborg.

– Vit vitjaðu Spar Nord, sum bjóðaði væl smakkandi sandwich og burgarar og gott at drekka. Øll í hópinum eru nú í Vejen í Suðurjútlandi, skrivaði Team Rynkeby á Facebook í gjárkvøldið.

– Hýrurin á øllum er sera góður, og vit gleða okkum til túrin í morgin, tá ið vit fara til Týsklands, til býin Büdelsdorf.

– Vit fáa helst nakrar regndropar fyrrapartin, og annars gott veður, um 20 hitastig, skrivar Team Rynkeby.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder