B36 hevur í vetur leitað eftir einum nýggjum áleypara. Uros Stojanov fór úr felagnum síðsta summar, Brian Jakobsen heldur eftir øllum at døma ikki fram, og harvið hevur eingin "9'ari" hevur verið í hópinum - fyrrenn nú.
B36 hevur verið í samráðingum við Valerijs Sabala síðstu vikuna ella so, og nú er ein sáttmáli komin burturúr.
Avtalan og nýggi spælarin eru kunngjørd á Facebook-síðu felagsins í kvøld við einum videobroti av fleiri málum hjá Sabala - summi heilt hegnislig og fleiri úr føroyskum fótbólti.
Sjónband: Fótbóltsfelagið B36
Lettiski áleyparin kom til Klaksvíkar um hesa tíðina í fjør. Hann var ongantíð fastur maður hjá føroyameistarunum, men gjørdi tað í stóran mun væl, tá hann spældi og var effektivur: 7 mál komu burturúr í 18 dystum í Betrideildini hjá tekniskt sterka og góða avsluttaranum, sum áður millum annað hevur verið seldur til Club Brügge og toppskjútti í næstbestu deildini í Póllandi.
Sabala skoraði eisini seks mál í tveimum dystum í 1. deild, sambært FaroeSoccer, og royndi 28-ára gamli áleyparin seg eisini í Evropa fyri KÍ.
Partarnir samdust um ikki at halda fram við samstarvinum, men fleiri føroysk lið hava ligið framvið í vetur, og nú er greitt, at maðurin við 53 landsdystum og 12 málum fyri Lettland verður at síggja í hvítum í ár, har hann skal skora nøkur av neyügu málunum. Fyrsta uppgávan hjá B36 er í Sarpugerði móti Víkingi, sunnudagin klokkan 15. Arbeiðs-og spælaraloyvini hjá Valerijs Sabala eru ikki komin uppá pláss enn, og verður tað helst ikki áðrenn vikuskifti.
Rættað: 22.07
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald