Fótbóltur

Sær svart út hjá fuglfirðingum

EB/Streymur vann stóra dytin í niðurflytingarstríðnum í dag ímóti ÍF.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-12 18:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bólturin rullar aftur í Betri deildini hjá monnum. Eftir ein landsliðssteðg verður fult umfar leikt í dag, og seinnapartin vóru fýra dystir avgreiddir.

Á Eiði var spennandi dystur í niðurflytingarstríðnum, har ÍF var á vitjan hjá sundalagsmonnum. EB/Streymur lá undan dystinum á áttanda plássi við trimum stigum frammanfyri ÍF á níggjunda plássi. Tí var dysturin í dag serliga avgerandi hjá fuglfirðingum.

Tað gjørdist ikki ein málríkur dystur. Einsamalla málið í dystinum kom tá Tóki Johannesen legði EB/Streym á odda aftaná 49 minuttir. Sundalagsmenn vunnu harvið avgerandi dystin, og lyfta seg upp á eitt deilt sjeynda pláss saman við B68 við 19 stigum.

Hjá ÍF, sum nú hevur seks stig upp til B68 og EB/Streym, sær sera trupult út.

Í Trongisvági og á Toftum vunnu Víkingur og B68 stórsigrar ímóti ávikavist B68 og TB.

Eina løtu sá 07 Vestur út til at fara avstað við øllum stigunum ímóti B36 á Dungasandi, men ein minutt fyri leiklok javnaði Sebastian Pingel fyri havnaliðið og tryggjaði teimum hvítu eitt stig.

Klokkan 19 er síðsti dysturin í hesum umfarinum. HB tekur ímóti NSÍ á Tórsvølli.

EB/Streymur. - ÍF 1-0 (0-0)
49’ Tóki Johannesen 1-0

07 Vestur - B36 2-2 (1-1)
18’ Sebastian Pingel 0-1
33’ Predrag Jeremic 1-1
83’ Albert Theis Nielsen 2-1
89’ Sebastian Pingel 2-2

TB - Víkingur 0-6 (0-4)
1’ Martin Klein Joensen 0-1
34’ Jákup Johansen 0-2
35’ Jákup Johansen 0-3
42’ Martin Klein Joensen 0-4
58’ Sølvi Vatnhamar 0-5
86’ Sølvi Vatnhamar 0-6 (br.)

B68 - KÍ 0-5 (0-3)
15’ Sjálvmál 0-1
16’ Deni Pavlovic 0-2
30’ Claes Kronberg 0-3
52’ Boris Dosljak 0-4
60’ Jasper Van Der Heyden 0-5

Støðan í Betri deildini

1. KÍ 59 stig (21 dystir)
2. Víkingur 47 stig (21 dystir)
3. B36 36 stig (21 dystir)
4. HB 34 stig (18 dystir)
5. NSÍ 32 stig (21 dystir)
6. 07 Vestur 22 stig (21 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. B68 19 stig (21 dystir)
9. ÍF 13 stig (20 dystir)
10. TB 3 stig (20 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder