FSF: Håkan Ericson og hansara menn leggja í løtuni síðstu hond á fyrireikingarnar til seinna dystin í Baltic Cup 2024, sum verður ímóti Lettlandi.
Seinnapartin í gjár kom føroyski hópurin til Liepaja, sum liggur heilt har vesturi í landinum, og í dag hevur venjing verið á Daugava stadion, har dysturin móti lettlendingum verður í morgin klokkan 17, sum er klokkan 19 økistíð í Lettlandi.
Tapið fyri Estlandi var eitt stórt vónbrot, og tað er tískil einki at ivast í, at bæði venjarar og spælarar vilja reisa seg, nú mótstøðuliðið er Lettland, sum leygardagin tapti 2-0 á heimavølli fyri Litava.
Í A-landsliðshøpi við monnum hava Føroyar og Lettland møtt hvør øðrum fimm ferðir áður. Fýra dystir eru endaði við javnleiki, meðan Føroyar hava vunnið ein. Tað var í undankappingini til EM 2018, tá Føroyar tann 7. oktober í 2016 vunnu 2-0 á Skonto stadion í Riga. Málini gjørdu Sonni Ragnar Nattestad og Jóan Símun Edmundsson.
Seinast Lettland og Føroyar møttust var í november í 2020. Úrslitið gjørdist javnleikur 1-1 (Mynd: Hans Erik Danielsen)
Landsdysturin millum Lettland og Føroyar byrjar klokkan 17, og kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.
Fylg gongdini í dystinum í okkara livescore tænastu á Portal.fo-forsíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald