Annað

Safari stuðlar Sporðdrekanum

Stuðlar kvinnu- og U21-liðunum hjá felagnum.

Súsanna Mørk, Kenneth á Argjaboða, venjari, og Fríður Rani Beintuson í nýggju troyggjunum

Súsanna Mørk, Kenneth á Argjaboða, venjari, og Fríður Rani Beintuson í nýggju troyggjunum

2021-03-09 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Safari Transport og Kurvabóltsfelagið Sporðdrekin hava gjørt tvey ára avtalu, ið hevur við sær at Safari verður høvuðsstuðul hjá kvinnu- og u-21 liðunum hjá Sporðdrekanum.

Hetta er fyrsta árið at Sporðdrekin hevur kvinnulið við í Trygd kappingini. Kvinnuliðið hjá Sporðdrekanum liggur til at vinna sær annað plássið í finaluni í kappingini.

U-21 liðið hjá Sporðdrekanum er enn einasta liðið í kappingini, ið hevur vunnið allar sínar dystir. Nú koma liðið bæði at hava Safari standandi á bringuni komandi kappingarárini.

Kurvabólts úrslit og støður kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Kurvabóltssambandinum kurvabolt.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder