Var uppgávan hjá Víkingi trupul í kvøld, so verður hon upp aftur truplari ólavsøkudag.
Víkingur tapti í kvøld 2-0 móti slovakiska DAC 1904 Dunajská Streda á Tórsvølli. Longu aftaná sjey minuttir løgdu gestirnir seg á odda við vøkrum saksasparki.
Heimaliðið vann seg inn aftur í dystin, men málmøguleikarnir vóru allir misnýttir. Í 81. minutti svav Víkingaverjan og rakti ikki bóltin sum gav Andrejs Ciganiks møguleikan at smekka bóltin í kassan.
Tvey flott mál hjá gestunum, meðan Víkingur einki fekk.
Returdysturin verður leiktur ólavsøkuaftan, 28. juli. Tað verður á DAC Arena í Dunajska Streda har vestri í Slovakia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald