2019-01-09 09:30
Egyptiski stjørnuáleyparin hjá Liverpoll, Mohamed Salah, vann í gjár heiðurin sum ársins afrikanski leikarin 2018.
Teir tríggir, sum høvdu møguleikan at vinna heiðurin í gjár vóru Mohamed Salah, liðfelagin hjá Salah í Liverpool, senegalesin Sadio Mané, og Arsenal leikarin Pierre-Emerick Aubameyang úr Gabon.
Hesir tríggir leikararnir vóru eisini teir tríggir, sum høvdu møguleikan at vinna heiður fyri 2017, tá tað eisini var Mohamed Salah, sum vann.
Salah hevði eitt framúr ár í 2018, har hann millum annað skoraði 37 mál, og førdi Liverpool til Champions League finaluna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald