2019-01-04 19:09
Ein av lyklaleikarunum hjá TB/FCS/Royn í fjør, Salmundur Bech, verður helst ikki at síggja í Betri deildini í ár.
Tað skrivar Suðurrás í kvøld.
Hann var óheppin í innandura fótbólti um dagarnar, og sleit krossbandið.
Suðurrás skilir, at Salmundur Bech var í gongd við at gera sáttmála við nýtt felag, men skaðin hevur helst við sær, at hann ikki verður at síggja hetta kappingarárið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald