Fótbóltur

Samanlagt yvir tjúgu sigrar á rað í landskappingini

Tað eru greitt tey formsterkastu liðini í Betrideildini, sum hittast til stórdyst í Sarpugerði í morgin klokkan 17. Víkingur hevur bert tapt ein landskappingardyst seinastu 15 mánaðirnar og kann sum so tryggja sær FM.

Ingi Jonhardsson og Jóannes Kalsø Danielsen í luftnærdysti við Djúpumýru í seinasta umfari í fjør. Tá vann Víkingur, men KÍ fekk handað FM-steypið triðja árið á rað. Nú er spurningurin, um trúnan skiftir - lagt er upp til spennandi dyst í Sarpugerði í morgin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Ingi Jonhardsson og Jóannes Kalsø Danielsen í luftnærdysti við Djúpumýru í seinasta umfari í fjør. Tá vann Víkingur, men KÍ fekk handað FM-steypið triðja árið á rað. Nú er spurningurin, um trúnan skiftir - lagt er upp til spennandi dyst í Sarpugerði í morgin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-09-24 15:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Einasta landskappingartapið hjá Víkingi síðani 10. juni 2023 var 12. mai í ár. Tá var KÍ omaná og vann 2-1 við Djúpumýru.

Víkingur hevur vunnið allar hinar dystirnar í ár og vann teir seinastu 13 dystirnar í Betrideildini í 2023. Harvið hevur liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen, sum bolt.fo eisini vísir á, fingið 102 stig út av teimum seinastu 105 møguligu.

Hetta eru nærum ør hagtøl, og minna nakað um tey hjá júst KÍ fyri nøkrum árum síðani - tó at liðið norðanfyri ongantíð hevði júst hendan stiman. Í 2021 tapti KÍ ikki nakran dyst, fyrrenn FM var komið í hús (HB á útivølli) og árið eftir fór KÍ sum tað fyrsta liðið, síðani kappingin skifti til 27 umfør, ósigrað gjøgnum eina landskapping.

[object Object]
KÍ'arnir fingu handað FM-steypið í Sarpugerði í 2022 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Jóhan Petur Poulsen hevur við hepnari hond bygt upp í Sarpugerði seinastu árini. Úrsltini síggjast av álvara (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hesi árini var stigatalið ávikavist 72 og 77 - ta seinna er stigamet. Nú fimm umfør eru eftir er sannlíkt, at Víkingur endar onkustaðni ímillum har. Um liðið úr Eysturkommunu megnar at basa KÍ mikukvøldið, er møguleikin at røkka 79 stigum og harvið taka stigametið framvegis har.

Síðani tapið í Klaksvík hevur Víkingur spælt 13 landskappingardystir og vunnið allar. Liðið liggur heilt væl til at vinna FM, og tað kann við umleið 99,9 prosent vissu koma í hús við sigri í morgin.

Trýfaldu føroyameistararnir koma tó við nakað av sjálvsáliti til dystin í Sarpugerði. Síðani 3-0 tapið fyri HB í Gundadali stutt fyri summarsteðgin hevur KÍ vunnið átta dystir á rað.

Níggju stig skilja liðini, og Víkingur er 28 mál betri eisini. Lítið bendir á, at KÍ kann veruliga fáa spenning í FM-stríðið aftur, men tað ber í øllum førum til at útseta FM-veitsluna í Eysturkommunu nakað - og at syrgja fyri at Víkingur ikki tekur stigametið.

Betrideildin 19. umfar - útsettur dystur frá august
Mikudagin 25.09 
17.00: Víkingur - KÍ

Støðan í oddinum:
1. Víkingur 63 stig (+55)
2. KÍ 54 stig (+27)

Bæði liðini hava spælt 22 dystir og hava harvið fimm eftir. Málúrttøkan hjá Víkingi ger, at tað sum so er eitt stig eyka á muni, og at alt kann so at siga verða endaliga avgjørt í morgin.

Tøl: faroesoccer.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder