Tað var ongantíð nakar ivi, tá Brasil og Suðurkorea hittust í kvøld. Stórfavorittarnir lýstu av spæligleði, og tað var sambaspæl fyrstu 36 minuttirnar - serliga í samband við málini til 3-0 og 4-0, sum ávíkavist Richarlison og Lucas Paqueta skoraðu eftir frálkt uppspæl, og tað var serligur dansur í samband við málini.
Vinicius Jr, ið á frálíkan hátt legði upp til 4-0 málið, setti gongd á longu í 7. minutti, tá Real Madrid-spælarin var ísakaldur, eftir at hann fekk eitt harðan flatan bólt yvirum frá Neymar. Júst Neymar hevur verið úti tveir teir seinastu dystirnar, men hann skoraði sítt HM-mál nummar sjey samanlagt við brotssparki fimm minuttir seinni.
Mynd: EPA
4-0 eftir 36 minuttir og so stegðaði veitslan nakað. Brasil fór nakað niður í gear, tó at okkurt mál kundi verið komið afturat. Suðurkorea, ið sá heilt illa út í fyrra hálvleiki, kom nógv betur við í seinna hálvleiki, og Allison hevði nakrar góðar bjargingar. Málverjin hevði tó ikki nakran møguleika, tá Paik Seung-ho smekkaði til úr áleið 25 metrum.
Við hesari perluni fer Suðurkorea út úr HM-endaspælinum. Brasil heldur fram og hevur finaluna og gullið sum mál. Næsta uppgáva hjá liðnum hjá Tite er Kroatia fríggjadagin klokkan 15. Kroatar sendi fyrr í dag Japan út eftir brotssparkskapping, og harvið fullu bæði asiatisku londini sum væntað í fyrsta "knock-out umfarinum".
Stórur brasilianskur fagnaður í kvøld
Pelé, ið hevur álvarsama sjúku, fekk eina serliga heilsan eftir dystin
Tottenham-liðfelagarnir Son og Richarlison heilsast (Myndir: EPA)
Les eisini: Kroatar vóru kaldari
HM-áttandapartsfinalur
Í dag, mánadagin 05.12:
Japan - Kroatia 2-4 eftir brotssparkskapping (1-1 eftir vanliga og longda leiktíð)
Brasil - Suður Korea 4-1 (4-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald