Fimm dystir, fimm tap og eina málúrttøku á 1-24. Tað hevur sanniliga ikki sæð pent út hjá ÍF fyrstu umførini í Betrideildini. Sunnudagin tapti liðið 5-0 í Streymnesi - ÍF fekk tvey reyð kort beint fyri steðgin og so skrædnaði.
Við slíkum úrslitum koma spurningar um venjaratoymi, og varð hetta millum annað tikið fram í Fótbóltsprátinum mánadagin, har Aleksandar Jovevic og ÍF sum heild komu undir luppin.
Nú er greitt, at fyrsta venjaraskifti í Betrideildini verður veruleiki.
-Starvsnevndin skal boða frá at, Ítróttarfelag Fuglafjarðar og venjaratoymið, Alexandar Jovevic og Bartal Eliasen, eru vorðin samd um at enda samstarvið.
- ÍF takkar Alexandar og Bartal fyri tíðina og ynskja teimum alt tað besta framyvir. Arbeiðið at finna nýtt venjaratoymi til besta mansliðið er farið í gongd.
Harvið stendur ÍF uttan nakran venjara fýra dagar undan 6. umfari í Betrideildini. Uppgávan hjá botnliðnum er NSÍ á heimavølli.
Aleksandar Jovevic og Bartal Eliasen hava verið venjaratoymi síðani á vetri 2022. Í 2022 flutti ÍF uppaftur í Betrideildina, og í fjør varðveitti liðið sæti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald