Hondbóltur

Samstarvið millum Søby og Neistan endað - skal til KÍF

Royndi Rasmus Søby skiftir nú bláa búnan út við ein reyðan. Neistin hevur eisini boðað frá, at venjarin Stina Madsen fer úr felagnum.

Eftir seks ár í Neistanum skal 38-ára gamli Rasmus Søby úr Randers royna nakað annað í Føroyum. Hann skal hjálpa besta liðnum hjá KÍF og samstundis styrkja um ungdómsarbeiði í felagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Eftir seks ár í Neistanum skal 38-ára gamli Rasmus Søby úr Randers royna nakað annað í Føroyum. Hann skal hjálpa besta liðnum hjá KÍF og samstundis styrkja um ungdómsarbeiði í felagnum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-05-18 16:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2017 kom parið Stina Madsen og Rasmus Søby til føroyska høvuðsstaðnum úr Danmark. Tey komu fyrst og fremst fyri at spæla fyri Neistan.

Síðani hava tey tikið nógvar ymiskar uppgávur á seg, og hava bæði venjarar hjá ungdóminum. Rasmus Søby gjørdist skjótt lykleikari hjá monnunum og ein profilur í deildini. Lámi bakkurin avgjørdi steypafinaluna móti grannunum úr Kyndli í 2019. Eftir at Stina Madsen gavst, gjørdist hon skjótt venjari á besta kvinnuliðnum. Hon hevur verið høvuðsvenjari tvey tey seinastu árini. 

Í gjár takkaði Neistin Rasmus og Stinu fyri tey seks árini, í samband við at tað var kunngjørt, at samstarvið millum partarnir var endað.

- Rasmus og Stina leggja nógv gott eftir seg. Neistin takkar Stinu og Rasmus fyri gott samstarv árini tey hava verið í felagnum og ynskja teimum alt tað besta í framtíðini.

[object Object]
Stina Madsen var í fleiri ár at síggja á vinstra vongi hjá Neistanum - seinastu tvey árini hevur hon verið høvuðsvenjari hjá liðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Rasmus til Kollafjarðar at spæla og vera venjari
Tað er longu greitt, hvar hondbóltsframtíðin hjá Rasmusi Søby liggur. Hon er ikki langt frá høvuðsstaðnum - KÍF skrivaði soleiðis á Facebook-síðu sínari í gjár:

- Vit eru sera fegin um at kunngera, at KÍF og Rasmus hava gjørt avtalu fyri komandi kappingarár. Rasmus hevur verið ein stórur profilur í føroysku kappingini í nógv ár, og er hann júst komin fyri seg aftur eftir skaða. Hann sigur, at hann gleðir seg at byrja at spæla ordiligt aftur, og vit eru fegin um, at hann hevur valt KÍF.

Umframt at spæla fyri besta mansliðið, skal Rasmus eisini venja ungdómslið hjá felagnum í Kollafirði. Hóast hann er vorðin 38 ár og hevur verið nógv darvaður av skaða - serliga seinasta ár - so kemur maðurin við nógvum royndum úr millum annað yrkishondbólti, og var hann eisini eina tíð kring danska A-landsliðið. KÍF tapti fyri stuttum fjórðingsfinalu móti Team Klaksvík, og endaði við silvurheiðursmerki í steypakappingini eftir spennandi finalu móti H71.

Tað er óvist, hvar hondbóltsframtíðin hjá unnustuni hjá Stinu Madsen liggur.


[object Object]
Rasmus Søby í nýggja búna sínum (Mynd: Kollfjarðar Ítróttafelag)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder