Fótbóltur

Samuel Chukwudi við frá byrjan

Tað var helst ikki tað valið, ið flest fólk høvdu væntað, tá eitt nú Hørður Askham hevur verið stórspælandi seinastu tíðina.

Samuel Johansen Chukwudi er við frá byrjan. Hetta kemur helst óvart á mong. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Samuel Johansen Chukwudi er við frá byrjan. Hetta kemur helst óvart á mong. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-07 13:15 Author image
Áron Vest
placeholder

Seinasti dystur hjá A landsliðnum hjá monnum var 11. juni í summar, tá liðið tapti 1-0 á Lettlandi í Baltic Cup, á útivølli. Frá tí liðnum, ið var við frá byrjan tá, og til liðið, ið byrjar inni í dag, eru framdar seks broytingar. Tað eru einans Bárður á Reynatrøð, Viljormur Davidsen, René Joensen og Hanus Sørensen, ið eru byrjaðir inni í báðum dystunum.

Tað er um ein lítlan tíma, at dysturin millum Føroyar og Norðurmakedónia fer í gongd. Tað eru nógvar eygnabrýr ið fara uppeftir, tá hugt verður at liðuppstillingini. 

Tað, sum eisini er undranarvert, er, at ein stórspælandi Adrian Justinussen ikki er við frá byrjan. Sama ger seg galdandi í verjuketuni, har Hørður Askham heldur ikki er við frá byrjan. Í hansara stað er Samuel Johansen Chukwudi komin, sum einans hevur byrjað inni á A landsliðnum einaferð áður. Tað var í hálvfinaluni í Baltic Cup, 8. juni í ár, har Føroyar tapti 4-1 á Estlandi.

Pætur Petersen er ikki við í hópinum í dag og situr tí uttanfyri.

Fremst í álopinum er Jóan Símun Edmundsson, sum til dagliga spælur í FC Shkupi, sum í løtuni liggja á sætta plássi í Prva Liga, sum er toppdeildin í Norðurmakedónia. Hetta er landsdystur nummar 90 hjá Jóan Símuni.

Hesir byrja inni fyri Føroyar í dag (4-5-1)
Bárður á Reynatrøð (MV) - Jóannes K. Danielsen, Andrias Edmundsson, Samuel Chukwudi, Viljormur Davidsen (L) - René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Sølvi Vatnhamar, Meinhard Olsen - Jóan Símun Edmundsson.

Á bonkinum sita hesir: Kristian Joensen (MV), Silas Eyðsteinsson (MV), Jann Julin Benjaminsen, Daniel Johansen, Hørður Askham, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, Patrik Johannesen, Adrian Rúnason Justinussen, Mads Boe Mikkelsen, Klæmint Andrasson Olsen og Petur Knudsen.

Nations League Deild C, bólkur 4
1. umfar, leygardagin 07.09
14.00: Føroyar - Norðurmakedónia

Atgongumerki kunnu keypast her

Portalurin hevur beinleiðis blogg av Tórsvølli. Vit hava myndir av landsdystinum og taka aftaná samanum við teksti og samrøðum. 

Kringvarpið vísir dystin, og FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder