Hann hevur staðið seg væl í fremstu finsku deildini síðani skiftið úr barndómsfelagnum HB á vetri í 2025.
Serliga fyrstu tíðina í SJK Seinajok tók Samuel Johansen Chukwudi veruliga finnar á bóli, og seinastu tíðina hevur eitt skifti ligið í kortunum hjá sterka føroyska miðverjanum, hvørs sáttmáli við SJK stendur at ganga út um ársskiftið.
Sí eisini: - Eitt verjuódjór sum ikki verður leingi í Finnlandi
![]()
Samuel Chukwudi í verjustøðu við Djúpumýru móti Árna Frederiksberg. KÍ slóg SJK út í Conference League í fjør. Í ár liggur finska felagið ikki frammarlaga á stigatalvuni, og nú bíða aðrar avbjóðingar hjá føroyska miðverjanum, sum nú er vorðin 23 ára gamal (Mynd: Sverri Egholm)
20. juni kundu vit skriva um, at feløg aðrastaðni vóru áhugaði í Samuel Johansen Chukwudi og ítøkiliga: Eitt felag í bestu deildini í Eysturríki.
Nú kunnu vit staðfesta, at skiftið so at siga 100 prosent er uppá pláss. Tað verður væntandi endaliga staðfest av feløgunum í vikuni.
Portalurin hevur fingið upplýst frá góðum keldum, at Samuel Chukwudi hevur verið til læknakanning í Eysturríki í dag, mánadagin 29. juni, og at smálutirnir í sáttmálanum eru við at koma uppá pláss.
Vit kunnu ikki endaliga staðfesta, hvat felag talan er um, Men útfrá flestu upplýsingunum kann við stórum sannlíkindum siga, at talan er um SV Reid. Liðið er í løtuni nummar 9 av teimum tólv liðunum í fremstu deildini í Eysturríki.
Bundesdeildin í Eysturríki er í løtuni styrkismett nummar 17 í Evropa, útfrá evropeiskum úrslitum seinastu fimm árini. Hetta beint aftanfyri sveisisku deildini, Superliguna (DK), Eliteseriuna (NOR) og Ekstraklasa (Pólland), men frammanfyri millum annað bestu deildirnar í Skotlandi, Svøríki og Kroatia - og 18 pláss frammanfyri finsku deildina.
Harvið fer 23-ára gamli landsliðsmiðverjin nú at taka eitt gott fet upp á yrkisleiðini.
![]()
23-ára gamli havnarmaðurin hevur verið darvaður av skaðum seinastu árini, og tað hevur tarna honum í onkrum øðrum ævintýri uttanlands. Hann hevur spælt fleiri A-landsdystir seinastu tvey árini og hevur nú spennandi skifti fyri framman
John Frederiksen hevur áður spælt í næstbestu deildini í Eysturríki, men Samuel Johansen Chukwudi verður eftir øllum at døma fyrsti føroyingur í Bundesliguni í landinum.
Hendan deildin hevur verið gott fet víðari til uppaftur størri deildir hjá nógvum spælarum; millum annað hava tey nógv eygu á Eysturríki í Italia og Týsklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald