HB hevur í kvøld kunngjørt, at evnaríki miðvallarin hevur undirskrivað sáttmála við felagið. Samuel hevur í ár mest spælt á U17-liðnum, men gjørdi eisini vart við seg í steypafinaluni hjá U21, ið HB vann eftir brotssparkskapping á Skála.
Samuel hevur leikt tríggjar dystir við 1. deild, og í dystinum ímóti NSÍ í 25. umfari í Betrideildini fyri 11 døgum síðani, kom hágvaksni miðvallarin inn, og hann gjørdi beinanvegin vart við seg. Sáttmálin bendir á, at Samuel Chukwudi fer at fáa ein leiklut í teimum báðum seinastu umførinum á einum HB-liðið, ið hevur nógvar skaðar, umframt leikbann.
Samuel saman við formanninum í HB, Kaj Leo Holm Johannesen (Havnar Bóltfelag)
Havnar Bóltfelag lýsur Samuel sum ein skilagóðan miðvallara, sum við hørðum arbeiði og eyðmjúkleika er komin, har hann er í dag. 16-ára gamli leikarin er skrásettur fyri 13 U-landsdystir og er eisini knýttir at Úrvalstilboðnum hjá FSF
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald