
Samuel Johansen Chukwudi hevur fingið eina frálíka byrjan uppá lívið í finskum fótbólti.
21-ára gamli føroyski miðverjin spælir fulla tíð fyri SJK Seinajoki. Hann hevur spælt 90 minuttir í øllum fýra kappingardystunum í bestu finsku deildini - og SJK hevur vunnið allar dystirnar.
Í gjár komu gestirnir úr Oulu annars á odda í Seinajoki við heldur tilvildarligum máli, men SJK javnaði stutt fyri steðgin, legði seg á odda stutt eftir hann, og eftir 65 minuttir var 3-1.
Hæddarpunkt frá síðuni SJK síggjast her - Samuel spælir í miðverjuni hjá teimum svørtkløddu við nummar 28 á rygginum
Harvið hevur SJK framvegis fult stigatal eftir fýra umfør og er einsamalt oddalið í Veikkausliiga.
Næsta uppgáva hjá Samuel og teimum er Haka á heimavølli mánakvøldið.
Sí eisini: - Meti at Finnland gevur góðar møguleikar víðari (samrøða við Samuel)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald