Norðurlendska ungdómsmeistarakappingin, NUM, í bogaskjóting var í Larvik í Noregi um vikuskiftið, og har gjørdi føroyski landsliðsskjúttin Sámuel Petersen veruliga bart.
20 ára gamli compound-skjúttin vann gull í einstaklingakappingini í U21-bólkinum og silvur í liðkappingini.
Sámuel Petersen er fluttur til Íslands at búgva saman við íslendsku unnustu síni, og hann luttók á NUM fyri sítt íslendska felag. Tí var tað eisini saman við íslendskum liðfeløgum, at hann vann silvur í liðkappingini. Unnustan, Anna María Alfreðsdóttir, er eisini bogaskjútti, og hon var við á einum øðrum íslendskum U21-liði, sum vann bronsu í compound.
Teir fýra ungu recurve-skjúttarnir frá Vágaskoti, Lea Karina Heradóttir Haraldsen, 13 ár, Hannis Reinert á Plógv, 14 ár, Vanja Djurhuus, 14 ár, og Marianna Reynskor, 15 ár, tóku eisini lut í NUM, og hóast tað ikki rakk til heiðursmerkjakappingarnar, vóru tey væl við.
Genturnar vunnu seg allar í 1/16-finalurnar í einstaklingakappingunum og Hannis í 1/8-finalurnar.
Í liðkappingini vóru Lea Karina, Hannis og Marianna á sama liði, sum mátti lúta fyri einum donskum liði í 1/8-finaluni. Vanja var á einum blandaðum norðurlendskum liði, sum eisini tapti fyri einum donskum liði í 1/8-finaluni.
Grundarlagið fyri at mennast sum skjúttar er gott hjá ungu skjúttunum. Tey fýra vóru eisini ógvuliga fegin um túrin og hava øll fingið blóð á tonna at royna seg aftur á NUM næsta ár.
Góða úrslitið hjá Sámuel ber boð um, at hann hevur ment seg nógv sum bogaskjútti hetta seinasta árið. Hann var nevniliga eisini við á NUM í Kemi í Finnlandi í fjør summar, og tá bleiv hann nummar fýra í einstaklingakappingini í compound í bólkinum 18-20 ár og vann bronsu í liðkappingini á einum blandaðum norðurlendskum liði.
At formurin hjá Sámuel er so góður, ger tað ikki minni hugaligt hjá føroyska landsliðnum í bogaskjóting, sum seinni í vikuni fer til Guernsey at kappast á Oyggjaleikunum har.
Ungu recurve-skjúttarnir úr Vágaskoti vóru væl við, hóast tað ikki rakk til kapping um heiðursmerki á NUM. Her njóta tey eina fríløtu í góða veðrinum á skjótibreytini. Standandiúr vinstru eru tað Lea Karina Heradóttir Haraldsen, Hannis á Plógv og Marianna Reynskor; húkandi er tað Vanja Djurhuus
Í einstaklingakappingini skjeyt Hannis á Plógv seg í 1/8-finaluna, sum hann tó tapti 4-6
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald