Fótbóltur

Sancho verður United-leikari

Borussia Dortmund hevur fyrrapartin staðfest, at ein avtala er komin í lag millum partarnar. 21-ára gamli ongledningurin skiftur felag fyri 85 milliónir evrur, eftir at EM hjá Onglandi er av.

Jadon Sancho hevur her lagt Dortmund á odda 1-0 í týsku steypafinaluni, ið teir í gulum og svørtum vunnu trygt á RB Leipzig í mai - skjótt skal hann spæla í reyðum (Mynd: EPA)

Jadon Sancho hevur her lagt Dortmund á odda 1-0 í týsku steypafinaluni, ið teir í gulum og svørtum vunnu trygt á RB Leipzig í mai - skjótt skal hann spæla í reyðum (Mynd: EPA)

2021-07-01 12:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Manchester United hevur leingi jagstrað unga onglendingin, sum seinastu fýra árini hevur spælt yvir 100 dystir fyri Dortmund. Seinasta summar tyktist eitt skifti at vera á veg, men tað varð til einkis. 

Seinastu vikurnar hava samráðingar verið millum partarnar, og nú eru bæði persónligu viðurskiftini og prísur komin uppá pláss. Sky Sports og aðrir bretskir miðlar skriva fyrrapartin, at Jadon Sancho verður Manchester United-leikari, um hann sum væntað kemur ígjøgnum læknakanningina, eftir at Ongland er úti av EM ella hevur spælt EM-finalu. Keypsprísurin er 85 milliónir evrur, ið er beint yvir 630 milliónir krónur.

[object Object]
Sancho og Haaland við DFB Pokal - tveir vandamiklir menn, sum nú ikki fara at spæla saman - uttan so at United eisini fær fatur á norska áleyparanum (Mynd: EPA)


[object Object]

Sancho kom inn til seinastu minuttirnar í bólkaspælsdystinum móti Kekkia (Mynd: EPA)

21-ára gamli Sancho er í løtuni í enska EM-hópinum, sum leygarkvøldið skal spæla fjórðingsfinalu móti Ukraina í Rom. Kviki kantspælarin hevur bert spælt nakrar fáar minuttir í endaspælinum, men hann hevur víst seg fram í Bundesliguna, eftir at hann skifti frá Manchester City í 2017. Sancho er føddur og uppvaksin í London og spældi sum ungdómsleikari við Watford í átta ár.

Nú skal hann skjótt umboða Manchester United og royna at styrkja um álopspartin hjá liðnum, sum endaði nummar tvey í Premier League í fjør. 

Borussia Dortmund hevur í morgun boða keypsskálanum frá, at avtala er komin í lag. Hett verður fyrsta keypið hjá Manchester United í summar. Fleiri miðlar skriva nú eisini, at franski verjuleikarin Raphael Varane er á veg úr Real Madrid.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder