Annað

Sandavágsmenn vunnu

Sandavágs Talvfelag styrkti oddastøðuna í fremstu deildini við sigri á Havnar Telvingarfelag í toppdysti í Vestmanna í gjár..

Toppdysturin millum Sandavág og Havnina er byrjaður. Fremst síggjast Luitjen Akselsson Apol (vm) og Jón í Horni Nielsen(hm) á 4. borði. Handanfyri síggjast telvararnir við fremru borðini. 1. borð er næst vindeygað við útsýni yvir vestmannasund

Toppdysturin millum Sandavág og Havnina er byrjaður. Fremst síggjast Luitjen Akselsson Apol (vm) og Jón í Horni Nielsen(hm) á 4. borði. Handanfyri síggjast telvararnir við fremru borðini. 1. borð er næst vindeygað við útsýni yvir vestmannasund

2023-01-09 07:49 Author image
Innsent
placeholder

Vágamenn vunnu 2½-1½, og eru nú hálvttriðja stig undan havnarmonnum. Úrslitið ber í sær, at tað kann fara at gerast møtimikið hjá havnarmonnum at vinna aftur tað, ið nú er mist, tó at kappingin bara er hálvrunnin. Hesi bæði liðini eru í flokki fyri seg, og vágamenn hava mist lítið í dystunum móti hinum liðunum higartil í kappingini.

Havnarmenn vóru favorittar til dystin í gjár. Teir høvdu hægri styrkitøl á trimum av fýra borðum, kortini vóru vágamenn stinnari á degnum, og vunnu tepran sigur.

Mest óvæntaða úrslitið mundi koma á triðja borði. Olaf Berg, sum plagar at vinna á Silasi, tapti við svarta fólkinum gjár, hóast hann tóktist at hava fyrimunin við tveimum monnum fyri rók. Silas hevur fult stigatal í vetur - fýra stig í fýra dystum.

Havnarmenn høvdu Martin Poulsen við aftur í gjár, men hann formáddi sær ov lítið móti føroyameistaranum Høgna Egilstoft Nielsen, sum við sigrinum í gjár hevur fimm stig í fimm dystum.

Heldur ikki stórmeistarin vann á havnarliðnum í gjár. Helgi Dam Ziska telvaði annars fínt. Hann trýsti við svarta fólkinum, vann eina finnu, hevði fyrimunin, men torført var kortini at vinna støðuna, og sær sjálvum líkur, stríddist Rógvi av øllum alvi og helt remis.

Einasti á meistaraliðnum hjá Havnini, sum vann, var Luitjen Akselsson Apol á fjórða borði.

Hini úrslitini í 1. deild komu helst eisini heldur óvart á. Kollfirðingar, sum eru niðast, vunnu ein flottan sigur á B-liðnum hjá klaksvíkingum, sum annars hevur staðið seg væl higartil, og B-liðið hjá Havnini vann á A-liðnum í Klaksvík.

Dystirnir í 1. deild í gjár:

[object Object]

1. deild - støðan eftir fimta umfar

[object Object]

Vágamenn gera bart

Tað er ikki bara í fremstu deildini, at Sandavágs Talvfelag er á odda. Sama er í næstbestu deildini.

Vágamenn vunnu toppdystin á vestmenningum, og stevna nú móti uppflyting í bestu deildina við einum liði aftrat.

Tað er ikki rætt, tá sagt hevur verið, at Sandavágs Talvfelag ikki hevur havt tvey lið í fremstu deildini. Tað høvdu teir bæði í 2012 og 2016.

Dystirnir í 2. deild í gjár:

[object Object]

2. deild - støðan eftir fimta umfar

[object Object]

Hinar deildirnar

Um 3. - og 4. deild er í stuttum at siga, at spenningurin er ikki sørur, tí stutt er á muni millum liðini, serliga millum oddaliðini. Í 3. deild stendur kappingin serliga millum sundalagsmenn í felagsliðnum Róki, og teimum kring Runavík, men bæði Sandavágur og Toftir eru beint í hølunum á teimum.

Í 4. deild stendur á jøvnum í oddanum millum gøtumenn og klaksvíkingar. Í unglingadeildini eru havnardreingir fremstir við sandavágsdreingjum í hølunum á sær.

Meira kann lesast á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com

Telvað verður aftur í liðkappingini 22. januar.

3. deild - støðan eftir fimta umfar

[object Object]

4. deild - støðan eftir fýra umfør

[object Object]

Unglingar - støðan

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder