Annað

Sandavágur vann toppdystin

Við teprum sigri í Klaksvík staðfestu vágamenn oddastøðu sína.

Sandavágs Talvfelag er framvegis á odda í landskappingini

Sandavágs Talvfelag er framvegis á odda í landskappingini

2025-11-10 08:41 Author image
Innsent
placeholder

Vágamenn varðveittu leiðsluna í landskappingini í talvi eftir toppdystin í triðja umfari í gjár. Við teprum sigri í Klaksvík staðfestu vágamenn oddastøðu sína. Men føroyameistararnir úr Havnar Telvingarfelag eru bara eitt stig frá oddaliðnum.

Oddaliðini fyri dagsins umfar møttust í Klaksvík í triðja umfari sunnudagin. Við sigrum á ovaru borðunum var triði sigurin á rað veruleiki hjá Sandavágs Talvfelag. Føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen hevur fult stigatal higartil í kappingini.


1. deild (3. umfar)

Klaksvík (A) - Sandavágur (A) 1½ - 2½
Ólavur Simonsen - Høgni Egilstoft Nielsen 0 - 1
Rani Baldursson - Jón í Horni Nielsen 0 - 1
Heðin Gregersen - Silas Eyðsteinsson ½ - ½
Terji Petersen - Torkil Nielsen 1 - 0


Hjá Havnini (A) gongur sum vant striltið at fáa teir bestu við. Í gjár fullu Luitjen Akselsson Apol og Herluf Hansen eisini frá. Kortini eydnaðist teimum at fáa eitt nøktandi úrslit.

Havnin (A) - Sandavágur (B) 3 - 1
Carl Eli Samuelsen - Bernhard Augustinussen ½ - ½
Sjúrður Thorsteinsson - Jón Atlason ½ - ½
Elias Petersen - Ingi Wiberg 1 - 0
Suni Merkistein - Jónfinn Thomsen 1 - 0


Knotur eru í ungu manningini hjá Havnar Telvingarfelag á B-liðnum. 3-1 móti royndu og sterku manningini hjá Klaksvík (B), mundi fáur helst væntað. Flóvin, sum í vetur er komin úr Klaksvík til Havnar at telva, vann á triðja sinni í eitt koyr, og hevur tí fingið eina flúgvandi byrjan.

Havnin (B) - Klaksvík (B) 3 - 1
Heiðrikur Jacobsen - Haldur S. Johansen 0 - 1
Petur G. Magnussen - Wille Olsen 1 - 0
Flóvin M. Tummasarson - Ingolf Gaard 1 - 0
Margar Berg - Tummas M. Sólsker 1 - 0


Støðan í 1. deild
Sandavágur (A) 8½ stig
Havnin (A) 7½
Klaksvík (A) 6½
Havnin (B) 6½
Sandavágur (B) 3½
Klaksvík (B) 3½


Kollfirðingar á odda

Í 2. deild halda kollfirðingar tørn í oddanum. Mesta kappingin er frá klaksvíkingum, ið kortini ikki kunnu flyta upp, tí teir eru yvirumboðaðir í fremstu deildini sum er.

Eitt veruligt ættarliðsskifti sæst nú hjá Kollafjarðar Talvfelag, tí nýggja manningin er ung. Eingin er eftir av teimum gomlu - sjálvt Hans Kristian Simonsen, sum var tann stóra vónin hjá felagnum um aldarskiftið, tykist hava slept endanum.

Verri gongst hinum felagnum í Norðstreymoy - felagsliðnum Róki. Og gamla stórfelagið av Toftum - við tveimum fyrrverandi føroyameistarum á liðnum - ger seg heldur ikki galdandi.


2. deild (3. umfar)

Kollafjørður - Havnin (A) 3 - 1
Árant Djurhuus - Arnbjørn Dalsgarð 1 - 0
Rógvi Mørkøre - Poul Poulsen 1 - 0
Markus Jacobsen - Jóhan E. Hansen 0 - 1
Ingi Højsted - Sveinur Mortensen 1 - 0

Toftir - Havnin (B) 2½ - 1½
Andrias Danielsen - Jaspur Gaard 1 - 0
Bogi Ziska - Brestir Samuelsen 1 - 0
Jens Chr. Hansen - Eyðun L. Staksberg ½ - ½
Jógvan Ingvard Hansen - Herbert Holm Johannesen 0 - 1

Klaksvík - Rókur 3 - 1
Finnbjørn Vang - Benni Poulsen 1 - 0
Einar Gregersen - Mortan Mørkøre 1 - 0
Rógvi H. Olsen - Brandur Ellingsgaard 1 - 0
Rókur Davidsen - Fróði Zachariassen 0 - 1

Støðan í 2. deild
Kollafjørður 8½
Klaksvík 8
Havnin (B) 6½
Toftir 6
Rókur 4
Havnin (A) 3


Eisini kollfirðingar

Kollfirðingar eru eisini fremstir í 3. deild. Liðið er eitt bland av nýggjum og góðum gomlum. Kendu nøvnini á liðnum í dag vóru veteranarnir Hanus Joensen og Bernhard Thomsen. Hinir eru yngri; Karl M. Dahl og Virgar Fagraklett.

Teir í Runavíkar Kommunu vunnu á Eystur Kommunu. 3-1 sigurin hjá Kongshavnar Talvfelag kann vera tekin um, at teir ætla sær at bjóða kollfirðingum av. Í gjár mannaðu Brandur Højgaard, Eyðun Lamhauge, Rúni Jacobsen og Henrik Weihe Joensen liðið hjá Kongshavnar Talvfelag.

Dysturin millum Vestmanna og Klaksvík var útsettur.

3. deild (3. umfar)
Kollafjørður - Sandavágur 2 - 2
Gøta - Kongshavn 1 - 3
Vestmanna - Klaksvík (útsettur)

Støðan
Kollafjørður 9½
Kongshavn 6
Sandavágur 6
Vestmanna 5 (ein dyst færri)
Gøta 4
Klaksvík 1½ (ein dyst færri)


Javnt í toppinum

Spenningur er í báðum bólkunum í 4. deild. Í løtuni er Rókur fremst í øðrum, í hinum stendur á jøvnum millum suðuroyingar og sandavágsmenn.

4. deild (A-bólkur)
Havnin - Sandavágur 2½ - 1½
Rókur - Toftir 2½ - 1½
Gøta - Strendur 1 - 3

Støðan
Rókur 8½
Havnin 8
Sandavágur 6½
Gøta 4½
Toftir 4½
Strendur 4

4. deild (B-bólkur)
Havnin - Suðuroy 2 - 2
Kongshavn - Kollafjørður 3 - 1
Rókur - Sandavágur 1½ - 2½

Støðan
Sandavágur 9½
Suðuroy 9½
Havnin 7
Rókur 5½
Kongshavn 4½
Kollafjørður 1


Drúgvur jólasteðgur

Nú verður ein longri steðgur í landskappingini í talvi.

Landsliðið fer í vikuni til Kýpros at vera við í kappingini fyri smátjóðir í Evropa. Kappingin verður frá 15. november til 22. november. Seinni í november verður kvikkapping og FM-kappingin í snartalvi.

Í desember verður mestsum lagt stilt. Liðkappingin verður ikki fyrr enn eftir nýggjár. Dystirnir í fjórða umfari verða 4. januar.

Talvsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder