Annað

Sandoy Hálvmaraton nærkast

23. mai er hálvmaraton á skránni í Sandoynni, har møguleiki er at renna 21,1 km, 10,9 km, ella 6,8 km – Á skránni er eisini eitt stórt hoppiland, úti café, matsøla og livandi tónleikur har millum annað Bjarki V. Trondesen fer at framføra.

(Mynd: Visualhunt)

(Mynd: Visualhunt)

2026-04-20 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú nærkast til 23. mai tá Sandoy Hálvmaraton er á skránni.

Aftur í ár er møguliga at velja millum tríggjar teinar, sum allir kunnu rennast ella gangast:

  • Teinur 1 sum er Hálvmaraton teinurin, er 21,1 km og er hann runt byrgdina á Sandi, til Søltuvíkar og aftur og runt Sands vatn, enda verður sama stað har byrja verður við kommunuskrivsstovuna á Sandi.
  • Teinur 2 er til Søltuvíkar og aftur, hesin teinurin er 10,9 km
  • Teinur 3 er runt Sands vatn, hesin teinur er 6,8 km.

Á øllum teinunum eru postar við vatn og frukt til allir luttakarar. Á málinum fáa øll heiðursmerkir og ábit frá Mowi. Eisini er eitt stórt hoppiland, úti café, matsøla og livandi tónleikur har millum annað Bjarki V. Trondesen fer at framføra, skriva fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Møguleiki er at melda til Sandoy Hálvmaraton á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder