Fyri aðru ferð uppá fýra dagar vunnu Føroyar. Hetta er ikki hent fyrr í einari altjóða kapping. Avrikið í dag var støðugt betri enn tað mikukvøldið, tó at væl færri stórir málmøguleikar vórðu skaptir. Andorra stóð væl lægri á vøllinum enn Malta gjørdi, men vildi og megnaði einki frameftir. Heimaliðið hevði ikki eitt einasta skot á málið hjá Teiti Gestsyni, sum í dag vardi málið ístaðin fyri Gunnar Nielsen.
Føroyska liðið setti seg beinanvegin á spælið og hevði samanlagt bóltin 65 prosent av tíðini. Til tíðir var spælið heilt gott, og tað var tað, tá Føroyar brutu ígjøgnum í høgru. Klæmint Andrasson Olsen fekk bóltin til høgru í brotsteignum, legði hann av til Hall Hansson, ið kom við nógvari ferð, setti ein mann av og frá baklinjuni legði bóltin aftur til Klæmint, sum koyrdi bóltin afturum seg og snýtti harvið málverjan, ið ikki fekk gjørt nóg skjótt av við nærmaru stong.
Hetta var annar landsdysturin á rað, at Klæmint, ið nú hevur trý landsliðsmál, skorar. Hetta gjørdist eisini einasta málið í dystinum. Føroyingar hildu væl fast í bóltinum og høvdu nakrar støður, ið kundu givið mál, og syrgt varð fyri, at Andorra ikki fekk møguleikan at javnað, og fyrsti útisgur í næstan fýra á gjørdist veruleiki.
Harvið hevur Håcan Ericson fingið eina frálíka byrjan sum oddamaður fyri føroyska liðið. Hóast Andorra er millum veikastu liðini í Evropa, so hevði liðið eina fína undankapping seinast og í Nations Leagu í 2018 tapti liðið ikki á heimavølli. Tveir sigrar á rað í einari kapping er ikki komið fyri síðani Føroyar í fyrru hálvu í 1997, tá Malta tvær ferðir varð koppað. Føroyar spæla aftur 7. oktober, tá Danmark tekur ímóti í vinardysti í Herning. Nakrar dagar seinni vitjar Lettland og síðani Andorra á Tórsvølli
UEFA Nations League deild D, bólkur A
06.09, Andorra La Vella
Andorra - Føroyar 0-1 (0-1)
31' Klæmint Andrasson Olsen (Hallur Hansson) 0-1
Føroyar (4-4-2): Teitur Matras Gestsson – Jóannes Kalsø Danielsen, Heini Vatnsdal, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð (Meinhard Egilsson Olsen), Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen (87' Jákup Biskopstø Andreasen), Patrik Johannesen (57' Andreas Lava Olsen)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald