Fótbóltur

Sannførandi KÍ-sigur í Sørvági

Klaksvíkingar vunnu 4-0, og koma fyribils upp á eitt deilt annaðpláss við HB, sum spælir í annaðkvøld.

Kristoffer Ødemarksbakken skoraði tvey mál í Sørvági í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Kristoffer Ødemarksbakken skoraði tvey mál í Sørvági í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-04 19:11 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landskappingin í fótbólti hjá monnum er byrjað aftur, og ein dystur var í dag.

07 Vestur tók ímóti KÍ í Sørvági, og ikki óvæntað vunnu klaksvíkingar sannførandi.

Støðan í steðginum var 2-0 til gestirnar, og tað var Kristoffer Ødemarksbakken, sum tók sær av báðum málunum.

Í seinna hálvleiki øktu Jóannes Kalsø Danielsen og Páll Andrasson Klettskarð til 4-0, sum eisini gjørdist úrslitið.

Úrslitið hevur við sær, at KÍ fyribils leggur seg á deilt annaðpláss við HB, bæði við 39 stigum og sama málmun. HB hevur tó ein dyst færri, og tekur ímóti Skála í annaðkvøld.

Fyrsti dysturin í seytjandi umfari varð leiktur á ólavsøku millum B68 og NSÍ. Hinir tríggir dystirnir verða leiktir í annaðkvøld.

KÍ spælir enn um møguleikan at røkka einum evropeiskum bólkaspæli. Hóskvøldið er Borac Banja Luka úr Bosnia á vitjan á Tórsvølli.

17. umfar í Betri deildini menn
B68 - NSÍ 1-4
07 Vestur - KÍ 0-4

Í morgin
05.07 kl. 18:30: HB - Skála
05.07 kl. 18:30: EB/Streymur - B36
05.07 kl. 18:30: ÍF - Víkingur

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder