Kappróður

Sára Maria Johansen skal til París

Enn ein føroyskur rógvari skal kappast í OL í summar. Unga kvinnan av Tvøroyri róði fyri løtu síðani eitt søguligt OL-pláss heim fyri Danmark saman við átta øðrum.

Sára Maria Johansen hevur millum annað eitt heimsmeistaraheitið í inniróðri - nú er hon partur av søguligum 8'ara hjá Danmark

Sára Maria Johansen hevur millum annað eitt heimsmeistaraheitið í inniróðri - nú er hon partur av søguligum 8'ara hjá Danmark

2024-05-21 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið greitt í eina tíð, at Sverri Sandberg Nielsen aftur í summar skal royna seg til OL. Áður hevur Katrin Olsen róð OL í einum duppult-scullara, og nú er greitt, at ein ung tvørakvinna verður at síggja í París í summar.

Sára Maria Johansen hevur í nógv ár gjørt vart við seg fyri Froðbiar Sóknar Róðrarfelag, í inniróðri og seinastu tíðina í Danmark, har hon rør fyri Roforeningen Kvik. 

Sára Maria hevur verið partur av einum sonenvdum áttara-projekti í Danmark, og í dag eydnaðist fyri fyrstu ferð einum donskum 8'ara at fáa OL-pláss hjá kvinnum. Hetta var, tá Sára Maria Johansen og hinar umborð endaðu nummar tvey í undankappingini í Sveis.

[object Object]
Mynd: worldrowing.com

[object Object]Sára Maria sæst fremst her 

Hetta var nóg mikið til eitt søguligt OL-pláss. Sára Maria Johansen hevur áður vunnið heimsmeistaraheitið á 2000 metrum í inniróðri. Í summar skal hon kappast í risastóru kappingini í París, og harvið verður enn ein føroyingur í báti har.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder