Annað

HM: Barba Jansdóttir lyftir í Athen fríggjamorgunin

Hon kappast í -61 kg vektflokkinum í Masters. Kappingin byrjar klokkan 07:00 føroyska tíð 25. september.

Barba Jansdóttir luttekur í sínari aðru HM kapping higartil

Barba Jansdóttir luttekur í sínari aðru HM kapping higartil

2026-09-24 18:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesum døgum verður HM Masters í olympiskari vektlyfting hildið í Athen. Kappingin byrjaði 17. septembur og heldur fram til 26. septembur.

Føroyar hava eitt umboð við til kappingina. Tað er Barba Jansdóttir sum luttekur í sínari aðru HM kapping higartil.

Fríggjadagin er Barba aftur á heimsmeistarapallinum, tá hon skal kappast í -61 kg vektflokkinum í K35.

Í fjør luttók Barba í HM í Las Vegas, har hon stóð seg væl og gjørdist nummar 7 í heiminum í sínum aldurs- og vektbólki. Hon endaði tá við 63 kg í trekk, 83 kg í stoyt og sostatt 146 kg í tveykampinum.

Í ár er bólkurin stórur. Heili 32 kvinnur eru við í -61 kg vektflokkinum í K35, sum er mastersbólkurin fyri kvinnur, ið fylla millum 35 og 39 ár í ár.

Barba er tilmeldað við 150 kg í tveykampi, sum er 10. hægsta tilmelding av teimum 32 lyftarunum. Tí verður væntað, at hon kemur at lyfta í A-bólkinum, ella í B-bólkinum sum ein av teimun sterkastu har.

Vónirnar eru um eina top-10 plasering í ár og harvið enn eitt gott føroyskt úrslit á heimsmeistarastigi.

Barba Jansdóttir lyftir fríggjadagin 25. september kl. 07:00 føroyska tíð.

Til ber at stroyma her

Føroya Styrkisamband

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder