Sara Samson Shaki (áður Lamhauge) kemur aftur í Gundadali at spæla við steypavinnarunum í HB.
Hesum boðar felagið frá í dag.
Hon var bara 15 ára gomul tá hon í 2016 spældi sín fyrsta dyst í bestu deildini fyri HB. Fram til 2022 spældi hon tilsamans 105 dystir á besta liðnum, tá hon so skifti til NSÍ. Men nú verður hon aftur at síggja har, sum hon fekk sítt gjøgnumbrot.
Sara Samson Shaki í HB-búnanum fyri nøkrum árum síðan (Savnsmynd: Sverri Egholm)
– Eg gleði meg til komandi kappingarár, og tað følist sum tað rætta at koma aftur til HB nú. Eg havi stórar vónir til komandi kappingarár. Bæði til meg sjálva, og til liðið, sigur Sara Samson Shaki við heimasíðuna hjá HB.
Sara Samson Shaki hevur spælt 175 dystir í fremstu røð, og hevur harumframt eisini 33 A-landsdystir í skjáttuni. Sara er triðja tilgongdin hjá kvinnunum í vetur, eftir Leu og Brá. Tær tríggjar styrkja liðið á hvør sínum plássi, og Sara hevur eisini vónir um, at liðið verður í eini sterkari útgávu í 2026.
Tað blivu til trý ár í Runavík (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald