Annað

Sarah endurvann heimsmeistaraheitið

Hálvi vestmenningurin vardi í kvøld heimsmeistaraheitið.

(Mynd: Danmarks Radio)

(Mynd: Danmarks Radio)

2022-04-21 23:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hálvi vestmenningurin Sarah Mahfoud endurvann í kvøld IBF-heimsmeistaraheitið í fjøðurvekt. Hesaferð var tað ímóti týsku Nina Meinke.

Fyrsta heimsmeistaraheitið vann Sarah fyri tveimum árum síðani, og í dag kundi hon aftur taka beltið heim við aftur, tá Danish Fight Night var í Frederiksberg.

Sarah Mahfoud vann við úrslitinum 97-93, 96-94 og 97-93.

- Hetta var ein lætti. Tað var ein harður dystur, men eg eri so glað. Tvey ár er leingi at vera burtur frá ringinum. Men eg eri so glað fyri at eg framvegis havi beltið, tí tað letur upp fyri nøkrum feitum dystum, segði Sarah Mahfoud við Danish Fight Night TV eftir sigurin.

Sarah Mahfoud hevur 11 sigrar í 11 dystum sum yrkisboksari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder