Leygarkvøldið skipar Bettina Palle fyri stórari boksistevnu í Musikteatret Albertslund í Danmark. Og ein av fleiri boksarum, sum eru á skránni, er føroyska Sarah Mahfoud, ið nú skal royna seg aftur fyri fyrstu ferð síðan hon misti HM-heiti sítt seinasta heyst.
Hetta er fyrsta stig hennara aftur ímóti hægstu boksitindum. Tað snýr seg um at vinna sær stig aftur á styrkilistunum
Sarah Mahfoud hevur boksað 12 dystir sum professionell og vunnið teir 11. Tapið kom í Manchester 24. september í fjør, tá fleiri HM heiti stóðu upp á spæl. Men tá møtti Sarah Mahfoud eisini nógv sterkari mótstøðu, enn hon fyrr hevur møtt. Og boksistjørnan Amanda Serrano vann greitt.
Leygardagin skal Sarah boksa móti Lara Ochmann úr Týsklandi. Hon hevur boksað 10 dystir og vunnið teir 9, harav fýra eru avgjørdir fyri tíð.
Lara Ochmann er 23 ára gomul og sostatt 10 ár yngri enn Sarah Mahfoud.
Tær báðar skulu boksa um sokallaða ‘Silver Championship’ hjá WBC boksisamgonguni. Hetta heitið gevur góðan møguleika fyri at fáa ein stóran meistaraskapsdyst hjá stóru heimsumfatandi boksisamgonguni við høvuðsstøð í Meksiko býi, skrivar Bettina Palle í tíðindaskrivi undan stóru boksistevnuni í Albertslund, sum byrjar leygarkvøldið klokkan 19 danska tíð. Fleiri dystir eru á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald