Føroyska Sarah Mahfoud, sum í oktober aftur skal boksa dyst í Royal Arena í Keypmannahavn, fer í hesi vikuni til Texas í USA saman við boksifyriskiparanum Bettina Palle. Endamálið við ferðini er at fáa í lag ein dyst um okkurt av meistaraheitunum innan boksing.
Høvið er, at Amanda Serrano skal boksa HM-dyst í fjøðurvekt móti Heater Hardy á stórari stevnu í Dallas.
Sarah Mahfoud tapti sítt IBF heimsmeistarabelti til júst Serrano á stórari stevnu í Manchester í fjør heyst.
HM-dysturin millum heimsmeistaran, Amanda Serrano og avbjóðaran Heather Hardy er um øll týðandi HM-heitini í fjøðurvekt, tí tað er eydnast Serrano at vinna øll heimsmeistaraheitini í flokkinum.
Síðan HM-tapið í Manchester hevur Bettina Palle arbeitt við at skaffa enn ein stórdyst til Sarah Mahfoud, sum er tann næststerkasti kvinnuligi boksarin í fjøðurvekt eftir júst Serrano.
Tað er nevniliga ógreitt hvat Serrano ger eftir at hon – sum øll vænta – hevur vunnið komandi HM-verjuna móti Heather Hardy.
Møguliga fer hon ein vektflokk upp, eins og hon fyrr hevur gjørt, fyri at vinna HM-heiti har. Í øllum førum skal hon verja síni belti, og ger hon ikki tað, verða beltini latin leys til nýggjar dystir um tey. Og tí ræður um hjá Sarah Mahfoud og Bettina Palle at vera klár, um møguleikin er til staðar at fáa ein stóran dyst.
Sarað hevur boksað 14 dystir sum professionellur boksari og hevur vunnið teir 13. Møguleikin fyri enn einum dysti móti Amandu Serrano er tí ikki óhugsandi.
7. oktober verður Sarah Mahfoud við á boksistevnuni Danish Fight Night í Royal Arena. Mótstøðukvinnan er ikki kunngjørd enn, men verður tað nokk, tá tær báðar koma heimaftur av vitjanini í Dallas, Texas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald