Hálvføroyski boksarin Sarah Mahfoud er aftur nummar eitt á heimsstyrkilistanum hjá IBF í fjøðurvekt.
Síðan seinasta sigur hennara, er Sarah Mahfoud nú í summar farin framum týsku Nina Meinke, sum hon eisini vann á í HM-dysti í apríl 2022.
Frammanundan liggur Sarah Mahfoud sum nummar trý og fýra á styrkilistunum hjá viðurkendu boksisambondunum WBC og WBO. Hon hevur vunnið 13 av 14 dystir sum yrkisboksari
Sarah Mahfoud roynir í løtuni at fáa ein nýggjan HM-dyst í fjøðurvekt hjá einum av teimum fýra stóru sambondunum.
Í løtuni er tað Amanda Serrano, sum er heimsmeistari í fjøðurvekt við fýra HM-beltum. Hon vann á Sarah Mahfoud í Manchester í 2022, og skal hon verja síni HM-heiti 5. august í Dallas í amerikanska statinum Texas móti amerikonskum Heather Hardy.
Sambært tíðindaskrivi frá Danish Fight Night, fer Sarah Mahfoud aftur í ringin 7. oktober í Royal Arena í Keypmannahavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald